Jónas Broncksgøta ella Jónas Broncks gøta? Mariugøta ella Mariu gøta? |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tað rætta er Jónas Broncks gøta og Mariugøta. Tá ið gøtunøvn innihalda eitt fólkanavn, er reglan, at navnið og gøta verða skrivað saman, tá ið fólkanavnið er eitt einstakt navn, t.d. Maria + gøta = Mariugøta, men tá ið fólkanavnið er fleiri nøvn, vanliga fornavn og eftirnavn, verður gøta skrivað leyst frá hinum nøvnunum, t.d. Jónas Bronck + gøta = Jónas Broncks gøta. Kelda: Málstovan - Marius Staksberg
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Eitir tað Ovarivegur, Ovari vegur, ovari Vegur ella Ovari Vegur? |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tað eigur at vera Ovarivegur. Lýsingarorð + navnorð, verða tey skrivað í einum: Lítlavatn, Stóravatn, Heimaralíð, Ytralíð, Eystaravág, Norðastahorn, Hægstafjall, Niðarivegur, tó við hesum undantøkum: a) Lítla Dímun, Stóra Dímun b) Um seinni liður er samansett navn: Heimara Hálsavatn, Norðasti Grønutangi.
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Hvat er rætt at brúka á einum skelti? á Heyggi ella Á Heyggi? í Brekkuni ella Í Brekkuni? | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tað rætta er Á Heyggi og Í Brekkuni.
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Fyrisetingar - býir og bygdir í hvørjumfalli | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Her ber til at síggja ein lista við bygdum og býum í hvørjumfalli og hvussu fyrisetingar verða brúktar [hygg her] |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Broytingar í nøvnum sambært Staðarnavnanevndini |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Kelda: Staðarnavnanevndin
Heildarhvørsfall (gruppegenitiv) í veganøvnum Heildarhvørsfall nevnist tað málsliga fyribrigdið at hvørsfalsending, sum viðvíkur einari navnheild av fleiri orðum, bara verður skoytt uppí tað seinasta orðið í navnheildini, t.d. Djóna í Geils gøta, har s’ið í Geils hoyrir til alla navnheildina “Djóna í Geil” og ikki bara “Geil”.
Kelda: Staðarnavnanevndin
|